Kirkwall og Vágar upp á 3 tímar og 25 minuttir

Skotska flogfelagið Loganair mennir ikki bara flogferðslu til Føroyar, men eisini til skotsku oyggjarnar. Felagið boðar frá víðkaðari ferðaskrá til Kirkwall í Orknoyggjum. Har verður eisini beinleðis samband millum Kirkwall og Bergen – tað tey kalla »the Gateway to the Fjords«.

 

Craig Taylor, blaðstjóri á lokala blaðnum The Orcadian sigur við in.fo, at Loganiar hevur boðað frá nýggja flogsambandinum, sum eisini umfatar Føroyar.

 

– Vit hava eisini nýtt samband til Føroyar, skrivar felagið í tíðindaskrivi, sum er sent skotskum fjølmiðlum við tíðindum um víðkaðu rutuna til Orknoyggjar.

 

– Eitt nýtt samband fer eisini at binda saman Kirkwall og Vágar í Føroyum, har flogið verður tvær ferðir um vikuna við flogførum úr Aberdeen summarið 2017.

 

Nýggja sambandið fer at merkja, at til ber at ferðast millum Vágar og Kirkwall í Orknoyggjum upp á 3 tímar og 25 minuttir.