Kirkjutekjan reyð aftur

Vágs Kirkja verður umvæld, og tekjan skiftir lit.

Í hesum døgum fer ein størri umvæling av Vágs Kirkju fram.

 

 

Eitt, sum mong hava lagt til merkis er, at tekjan á kirkjuni nú skiftir lit. Á kirkjutorninum sæst, at farið nú verður frá grøna litinum, og til reyðan lit.  Eitt sindur hevur verið kjakast á sosialu miðlunum, men tað eru tey sum fegnast, tí tað er soleiðis, at kirkjan áður hevur havt reyða tekju.

 

 

So statt verður nú vent aftur til litin, sum kirkjan áður hevur havt á tekjuni.