Jólatíð er bæði stuttlig og strævin tíð - ikki minst hjá prestum, sum um jólini skulu nøkta ein serliga stóran tørv á kirkjutænastum.
- Tað er altíð hugaligt at standa framman fyri fullari kirkju, sigur Heri Joensen, prestur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi, sum helt tríggjar kirkjuguðstænastur jólaaftan, allar fyri fullum húsum.
Tað er einki nýtt at kirkjurnar fyllast jólaaftan og jóladag, men at Vesturkirkjan eisini var á tremur til guðstænastuna 2. jóladag sær Heri Joensen sum eitt boð um at talið á kirkjugestum sum heild er vaksandi.
- Skal eg meta eftir hvat eg síggi til guðstænastur sunnudagar, so eru fólk farin at ganga meira í kirkju hesa seinastu tíðina. Vanligar sunnudagar er Vesturkirkjan væl meira enn hálvfull og tað er ikki so lítið, tá hugsað verður um, at kirkjan tekur eini 800 fólk, sigur Heri Joensen.
Forgongur ei
Tá uppgangstíðir vóru í restini av Føroyum í 80?unum, vóru niðurgangstíðir fyri talið á kirkjugestum.
? Tá vart materialisman upp á tað hægsta, men hóast hon nú er um at náa somu hæddum, so uppliva vit ikki nakra niðurgongd, heldur tvørturímóti. Tað man vera tí at fólk eisini kenna seg hava brúk onkrum, som mølur og rustur ikki býtur á, metir Heri Joensen.
Restina av hesum árinum eru brúdleyp og nógvir dópar á skránni hjá presti, millum annað tí at útisetaføroyingar velja at doypa børn síni nú teir eru her í landinum í jólafrí, og nýggja árið hjá Hera Joensen byrjar so at siga við guðstænastu nýggjársmorgun. Av henni væntar prestur sær tó onga stóra kirkjufjøld.
- Til guðstænastu nýggjársmorgun plaga kirkjugestirnir at vera fámentir. Eg haldi at fólk hava ilt við koma úr songini so tíðliga eftir at hava sitið uppi til langt útum midnátt. Í so máta er nýggjársguðstænastan ein tann slakkasta á árinum, sigur Heri Joensen, prestur i Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi.









