Kirkjurenning í Vágunum

Nýggjársdag verður kirkjurenning í Vágunum og ítróttargudstænasta í Sørvágs kirkju.

Ítróttarfelagið Frælsi í Vágum, hevur í fleiri ár skipað fyri nýggjársrenning í Vatnsoyrum. Í fjør komu kirkjurnar í Vágum uppí, soleiðis at runnið varð úr Vatnsoyrum og til Miðvágs kirkju, har ítrottarguðstænasta varð hildin.

Aftur í ár skipar Frælsi fyri nýggjársrenning hin 1. januar kl. 15.00. Hesaferð verður runnið frá Bíggjar kirkju og til Sørvágs kirkju.


Fyrireikararnir siga, at øll, sum luttaka, kunnu skifta í Sørvágs skúla, har luttakarar fáa frukt, sum FK í Miðvági letur, og vatn at drekka.

Síðan verður guðstænasta hildin í Sørvágs kirkju, har Inga Poulsen Dam prædikar, og báðir prestarnir luttaka. Tiltakið er ókeypis!

- Hetta er góð byrjan uppá 2015, og øll eru hjartaliga vælkomin, siga fyrireikararnir, ið eru Ítróttarfelagið Frælsi og prestarnir í Vágum.