Kirkjuráðsformaðurin harmast um støðuna

Sjúrður Poulsen, kirkjuráðsformaður í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi, skilir ikki, at annar av sóknarprestunum í prestagjaldinum sýtir donskum bispi at prædika í Vesturkirjuni á Hvítusunnu

John Johannessen


? Eg haldi tað vera ógvuliga harmiligt, at danski bispurin, Jan Lindhardt, ikki sleppur at prædika í Vesturkirkjuni á Hvítusunnu, eins og ætlað.

Hetta sigur Sjúrður Poulsen, formaður í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi, eftir at tað er komið alment fram, at Bergur Debes Joensen hevur sýtt fyri, at danski bispurin skal fáa loyvi at prædika í kirkju hansara.

Bispur sendi herfyri prestum í teimum stóru kirkjunum bræv við tilboði um at lata norðurlendskar bispar prædika kring landið annan Hvítusunnudag. Bisparnir koma til Føroya í sambandi við stóra hátíðarguðstænastu fyri túsund ára haldinum fyri kristniboðan Føroya Hvítusunnudag.

Tilboðnum hava Bergur Debes Joensen, sóknarprestur í Vesturkirkjuni, og Niels Pauli Danielsen og Hans Eiler Hammer, sóknarprestar í Klaksvík, saman við kirkuráðnum í Klaksvík, víst frá sær. Grundgevingin er, at bisparnir í 1997 hava skrivað undir eitt skjal, ið loyvir donskum prestum at halda serliga guðstænastu fyri at staðfesta samkynt paraløg.


Hevði ivaleyst prædikað Guðs orð

Grundgevingina heldur kirkjuráðsformaðurin fyri Vesturkirkjuna, Sjúrður Poulsen, lítið um. Hann sigur seg vera vísan í, at Jan Lindhardt hevði prædikað Guðs orð og ikki talað fyri samkyndum paralag, slapp hann at prædika í Vesturkikjuni á Hvítusunnu. Harafturat heldur hann, at kirkjufólkið sjálvt er ført fyri at meta um eina prædiku.

Men kirkjuráðsformaðurin kann kortini ikki gera nakað við avgerðina hjá Bergi Debes Joensen.

? Bispur sendi tilboðið út til prestarnar, men ikki til okkara, tí hava vit als ikki viðgjørt spurningin, sigur hann og vísir á, at tað er Hans Jacob Joensen, bispur, ið hevur gjørt av, at danski bispurin ikki skal sleppa at prædika í Vesturkirkjuni, eftir at Bergur Debes Joensen hevur mótmælt.

Hin sóknarpresturin í Vesturkirkjuni, Heri Jógvan Joensen, hevur ikki svarað tilboðnum frá bispi. Hann vísir á, at tað í tilboðnum stóð, at prestarnir skuldu siga frá sum skjótast, eru teir ímóti, at nakar av teimum útlendsku bispunum prædikar í Føroyum. Og tá hann ikki er ímóti hesum, lat hann vera við at svara.


Stíðast um smálutir

Sjúrður Poulsen, kirkjuráðsformaður, heldur, at prestarnir í Føroyum í alt ov stóran mun leggja seg efir at stríðast um smálutir, ið lítlan og ongan tídning hava fyri trúarlívið í Føroyum. Hann vísir á, at kirkjan heldur átti at savnast um at hjálp, har á stendur, í staðin fyri at nýta meginpartin av orkuni til at stríðast.

? Smáu trupulleikarni, stríðst verður um í Føroyum, eru einki afturímóti stóru neyðini, vit síggja aðrastaðni í heimi, sigur Sjúrður Poulsen.