Kirkjuráðini savnað í Nólsoy

Hóskvøldið vóru kirkjuráðini í Suðurstreymoyar Eystara Prestagjaldi savnað í Nólsoy til en døgurða i sambandi við, at Nólsoyar kirkja í ár fyllir 150 ár.

Tað vóru kirkjuráðini í Dómkirkjuni, Hoyvíkar kirkju, Kaldbaks kirkju og Nólsoyar kirkju, ið vóru savnað.

Komið varð út til Nólsoyar við Ternuni klokkan 18, og síðani var farið beina leið í kirkjuna, har Egon Hansen, ið hevur skrivað bókina, »Kirkjan á Tanganum«, hugleiddi eitt sindur um nólsoyar kirkju. Eisini vórðu sungnir tveir sálmar.

Síðani var farið niðan í Missionshúsið, har Anfinn Nielsen (Anfinn & Co), ið starvast sum kokkur umborð á norskum fiskiskipi, saman við konuni, Evy, hevði gjørt ein betri bita.

Í hesum sambandi helt Leif Hansen ein stuttan fyrilestur um sálmasong í Nólsoy og í Havn fyrr og nú.

Umframt kirkjuráðini, vóru eisin prestarnir, Uni Næs, Ann Hansen og Sverri Steinhólm við. Tað barst tíverri Sonju Klein frá at vera við.

Ein sera hugnalig løta, vóru øll samd um.

Myndirnar hevur Jeanne L. Holm tikið.