Kirkjunnar forlongdi armur?

Í Degi og Viku týskvøldið tann 3.11.09 var kirkjuráðsvalið á breddanum. Í innslagnum kom fram eitt úttalilsi:

»Samkomurnar eru tann forlongdi armurin hjá kirkjuni«.
Eg gangi út frá, at viðkomandi í innslagnum sipaði til tað Luthersku kirkjuna, tá hann sigur: »kirkjuni«. Nú veit eg ikki hvørjar samkomur viðkomandi sipaði til, men vil eg við tað sama gera vart við, at eg heilt avgjørt ikki eri nakar forlongdur armur hjá Luthersku kirkjuni ella hennara læru. Tvørturímóti taki eg frástøðu frá henni. Sum faðir Abraham segði við ríka mann, vil eg eisini siga: »Tað er millum okkum stórt djúp fest«.
Vanliga, tá tosað verður um ein »forlongdan arm«, er talan um ein, ið er sendur út av einum, sum ikki røkkur sjálvur. Men tann útsendi er representantur fyri tann, ið sendi hann. Tað vil siga, at tann útsendi tosar so líka sum útsendarin, at eingin skal ivast í, hvør útsendari hansara er. Forlongdi armurin er rødd hansara, ið sendi hann.
Annað, ið vert er at hava í huga, er at armurin, sum jú er limur á likaminum, má hava sama temperatur sum likamið. Harafturat skal eisini havast í huga, at armurin má hava somu blóðtypu, sum likamið.
Áhugavert hevði tí verið at fingið at vita, hvørjar av samkomunum í føroyum í dag, vilja ganga undir hetta nevnilsi »forlingdi armur fólkakirkjunnar«?
Um vit skulu finna ektaðu vekingarsøguna, ið jú er upprunin til tað fría fólkið, sum altíð hevur staðið uttanfyri ta skipaðu kirkjuna, mugu vit í rættar-protokollirnar. Í teimum finna vit – uttan undantak – hvussu fólkið, sum hevði eld Guds brennandi í hjartanum, altíð hevur brotið út úr tí skipaðu kirkjuni. Sum fylgja av at bróta út úr kirkjuni, hevur henda samkoma – uttanfyri kirkjutilhaldið – altíð verið forfylgd av kirkjuskipanini. Sum áður skrivað, er hetta søga og ikki nakað, eg her siti og finni uppá.
Hesi, ið gjøgnum tíðirnar hava brotið út úr fólkakirkjuni, og goldið prísin fyri tað, gjørdu tað av eini grund: Tey kundu ikki á nakran hátt standa inn fyri læru kirkjunnar. Tey ynsktu at vera Orði Guds líðin, men kundu ikki innan kirkjunar rammur.
Eg eri tí komin til ta niðurstøðu, at antin tosar hesin viðkomandi í Degi og Viku sætt, tá hann sigur at samkomurnar eru forlongdi armur kirkjurnar, ella tekur hann feil.
Er tað veruliga so, at flestu samkomurnar, sum einaferð brutu út frá kirkjuni, tí tær vildu fylgja sannleikanum, í dag hava boygt seg fyri yvirvøldini, og nú ikki eru annað enn »forlongdi armur kirkjunnar«? Er tað veruliga so, at identiteturin, um hvørji tit eru, hevur verið so væl fjaldur í mong ár, men nú kemur til sjóndar, at tit eru ikki annað enn eitt produkt av kirkjuni?
Um støðan er so syndarlig, lat meg so siga – við Orði Guds í rygginum – at tit hava svikið sannleikan.
Til seinast vil eg koma við eini uppmuntran til tín, ið ikki passar til hetta heitið »forlongdi armur kirkjunnar«. Um tú torir – eins og Dániel og vinir hansara – at standa trúgvur móti Gudi, og ikki vil boyggja teg fyri »gullmyndini«, skalt tú vita, at Gud enn í dag er mentur at varðveita teg, og at tað bíðar tær ein stór løn í Himli.