Kirkjumálið er ikki svart hvítt

? Føroyska kirkjustríðið er ikki eitt svart hvítt mál, har annar parturin er tann seki og hin er tann óseki, tí tekur tað tíð at avgreiða málið, sigur Jens Ulf Jørgensen úr Kirkjumálaráðnum

Hóast tað ikki hoyrist so nógv til stríðið millum teir hálshvítu prestarnar longur, so er málið ikki avgreitt enn. Kirkjumálaráðið er enn ikki komið so mikið langt við kærunum, ið eru sendar um bisp, at tað kann koma við einum úrskurði.

? Tað er keðiligt, at vit enn ikki eru komin so langt, at vit eru komin til ein úrskurð, men málið er alsamt vaksið, og tað hevur tikið tí at seta seg inn í øll viðurskiftini. Men nú eru vit komin so mikið langt, at føroyski bispurin hevur sent okkum sínar viðmerkingar. Tá vit hava lisið viðmerkingarnar frá bispi ígjøgnum, skuldi verið møguleiki fyri at nærkast einum úrskurði, sigur Jens Ulf Jørgensen frá Kirkjumálaráðnum.

Jens Ulf Jørgensen leggur afturat, at hann heldur eitt slíkt stríð innan kirkjuna vera sera óheppi, men hann heldur ikki, at nakar ávísur persónur kann fáa skuldina fyri, at stríðið hevur tikið seg upp, og tí heldur hann heldur ikki, at úrskurðurin fer at verða rættur móti nøkrum ávísum persóni.


Avleiðingar fyri kirjuna

Kirkjufólk, Sosialurin hevur prátað við, eru sera hørm um støðuna, ið hevur tikið seg upp, og eru tey bangin fyri, at hetta fer at hava keðiligar avleiðingar fyri kirkjuna. Tí vóna tey, at greiða fæst á málinum sum skjótast, so friður aftur valdar innan kirkjugátt.