Sunnudagin klokkan 17 verður konsert í Vestmanna Kirkju. Hesaferð eru tað vestmenningar, ið fara at manna kórið, ið skal fylla kirkjurúmið við sangi. Tað er Vestmanna Sangkór, ið skal hava sína várkonsert hendan seinasta sunnudagin í mánaðinum. Kórleiðari er Kári Bæk.
Seinastu tíðina hava fleiri kór vitjað kirkjuna í Vestmanna og hildið konsertir har. Hetta, tí kirkjan í Vestmanna er serliga væl egnað til sang og aðrar framførslur, har stór krøv eru til ljóðgóðsku.
Talan er um eina fjølbroytt skrá, sum telur fleiri sera væl kend løg. bæði á føroyskum, týskum og enskum.