Mikukvøldið 16. desembur klokkan 19 verður konsert í Eiði kirkju við lokalum tónleikarum og sangarum Fjórða árið á rað verður kirkjukonsert á Eiði við lokalum tónleikarum og sangarum.
Tey luttakandi verða syngjandi børn úr Norðskála/Oyrarskúla, Eiðis Ljómfelag og Norðljómur.
Tey syngjandi børnini fara at syngja jólaløg og saman við Eiðis Ljómfelag framføra tey »Ein stjørna lýsti á nátt«
Eitt nýtt saksofonorkestur verður eisini á skránni, umframt fleiri smærri bólkar. Millum annað gittarbólkur.
Konsertin verður í umleið ein tíma, og byrjar mikukvøldið klokkan 19.