Samkynd kunnu nú giftast í kirkjunum í Grønlandi. Tað hevur grønlendska landstingið samtykt við stórum meiriluta.
Tað var longu í 2010, at demokraturin, Justus Hansen, legði uppskot fram um at loyva giftarmáli millum samkynd í grønlendskum kirkjum.
- Endiliga, sigi eg. Hetta hevur verið eitt fimmára langt stríð, men hetta er ein stórur dagur.
Tað var á heysti í 2010, at Justus Hansen skjeyt upp at dagføra hjúnarbandslógina, soleiðis at fólk av sama kyni eisini fingu møguleikan at ganga saman í hjúnarlag.
Við 27 atkvøðum fyri og ongari ímóti samtykti grønlendska landstingið at dagføra hjúnarbandslógina, soleiðis at hon nú gevur samkyndum rætt til at giftast í grønlendskum kirkjum.
- Tað hevur stóran týdning fyri samkynd, at hesi nú kunnu vígast í kirkju og soleiðis verða góðtikin av fólkinum, sigur Justus Hansen.
Tá nýggju broytingarnar í hjúnarbandslógini verða settar í verk til heystar, merkir tað samstundis, at lógin um skrásett parlag fellur burtur.










