Seinnapartin í dag var eitt listarverk við 10 sjálvstøðugum myndum avdúkað í kirkjukjallaranum í Christianskirkjuni.
Christianskirkjan heldur í hesum døgum sín 50 ára dag, og í tí sambandi er ymiskt gjørt við kirkjuna. Altartalvan hevur fingið høvuðsumvæling, og eisini fær kirkjan nýggjar benkur.
Tað er listamaðurin Edward Fuglø, sum hevur gjørt nýggja verkið til kirkjukjallaran, og hann hevur fingið hjálp frá Sjúrði Sólstein at skera lutirnar úr timbri og líma teir á træplátur.
Myndirnar byggja á kendar søgur og støður í Bíbliuni.
Niðanfyri ber til at síggja fleiri myndir frá hátíðarløtuni í Christianskirkjuni í dag. Dávur Winther tók myndirnar.