Kirkjukórið Ljómur á Danmarkarferð

Í dag fer Ljómur á ferð til Danmarkar. Kórið syngur fleiri støð í Danmark, men høvuðsendamálið er ein Mikinesframsýnig í Lemvig. Ein frumframførsla er á skránni á ferðini

Í dag, hósdag, fer Kirkjukórið Ljómur úr Vági til Danmarkar. Kórið er boðið til Lemvig til Museet for Religiøs Kunst í samband við eina Mikinesframsýnig. Kórið syngur, tá sýningin letur upp leygardagin klokkan 11.
                      Fyrsta konsertin verður tó longu fríggjadagin klokkan 17 í Langenæskirkjuni í Århus. Leygardagin verður sungið í Lemvig. Sunnudagin syngur kórið í gomlu Vestervig kirkjuni og á kvøldi verður farið víðari til konsert í Viborg klokkan 19.
                      Leiðin gongur aftur til Føroya mánadagin.
 
FrumframførslaEin heimsfrumframførsla er á skránni á ferðini. Tónaskaldið Pauli í Sandagerði hevur sett tónleik til yrkingina ?Lendið? eftir Christian Matras.Verkið verður fyrstuferð framført á konsertini í Lemvig. Tónaskaldið hevur røtur suðureftir. Abbi hansara, Pauli Dahl, var úr Vági og var bróður Edith Dahl, fyrsta kórleiðara hjá Ljómi