Í Hvannasundi er byggifyritøkan Norðhús í holt við at byggja eitt kirkjuhús, og tað er Hans Edmund Josephsen, sum er arbeiðsformaður hjá fyritøkuni.
Hann sigur, at teir byrjaðu upp á arbeiðið í Hvannasundi nakað fyri ársskiftið, og arbeiðið hevur gingið væl. Tað var í januar, at teir líka sum settu ferð á hetta arbeiði, og tíðarætlanin hevur hildið.
Tað er Mayfinn Norðoy og fyritøkan Kontrast, sum hava teknað kirkjuhúsið, sum er 160 fermetrar og bygt í einari hædd. Her verður ein stórur salur, wc’ir og ídnarkøkur. Húsið kemur eisini at hava ymiska útgerð, eitt nú ljóðannlegg og video-kanón.
Hans Edmund Josephsen sigur, at kirkjuhúsið skal leverast fyri ólavsøku.
- Vit gera alt lendis-og byggiarbeiði sjálvir og hava undirveitarar til eitt nú hita, el og málaraarbeiði. Tað er Signar Kallsberg, sum syrgir fyri hita og saniteti, El-In, sum ger el-innlegginarnar, og málaraarbeiðnum tekur Magni Jacobsen sær av, leggur hann aftrat.
Norðhús hevur einar 4-5 mans á byggiplássinum í Hvannasundi, og ætlandi kemur nýggja kirkjuhúsið at kosta umleið fimm miljónir krónur.










