Sunnudagin verður farið til gongu til Slættanesar. Túrurin er langur, á leið 15 km tilsamans aftur og fram. Men har verður ein góður steðgur á Slættanesi við kirkjugongd. Byrjað verður á Oyragjógv sunnudagin 27. august klokkan 09.00 og væntast kann at vera aftur á Oyragjógv klokkan 19.00-20.00.
Hetta er ein heldur strævin túrur, so ein matpakki hevði verið góður at havt við.
Leiðin gongur fram við bakkanum norð til Slættanes, men heim aftur verður farið ein meira hendingaríkan tein. Av Slættanesi fyrst eitt strekkið á gøtuna ið førir til hálsin í Sandavági, harfrá fer fylgið oman av til Oyragjógv aftur soleiðis at endað verður, har túrurin byrjaði.
Prestarnir, sum hava kirkjugongd á Slættanesi eru Inga Poulsen Dam, Marjun í Kálvalíð, Theodor E. Dam Olsen og Maria J. Niclassen.