Kirkjugongd bara av og á

Nakrar bygdir eru nú vorðnar so fólkatómar, at hetta er farið at ganga út yvir kirkjugongdina. Dømir eru soleiðis um bygdir, har eingin regluligur lestur longur er sunnudagar

Smápláss

Í Elduvíkar kirkju hevur verið reglulig kirkjugongd hvønn sunnudag í mong ár, men í ár hevur tað verið undantakið, at kirkjugongd hevur verið.
Malvinus Reyná las í nógv ár lestur í Elduvíkar kirkju, men seinastu árini hevur tað serliga verið Jóhanna Paula Samuelsen, lærari, sum hevur lisið.
Hon er nú flutt út á Glyvrar at búgva, og tískil hevur kirkjugongd bert verið fáar sunnudagar í Elduvíkar kirkju í hesum árinum.
Poul Jóhannes Reyná, kirkjuverji í Elduvík, ásannar, at tað eru ikki bara trupulleikar við at fáa fólk at lesa lestur, tí neyðugt er eisini at hava fólk at leika á urguna.
- Vit hava hugsað um ymiskar møguleikar, kanska í samstarvi við Funningsfjørð, har tey hava bønhús, men enn er eingin endalig loysn fingin, sigur hann.
Jóhanna Paula Samuelsen sigur, at ein vanligan sunnudag vóru eini 8-10 fólk í kirkju í Elduvík, onkurtíð fleiri og onkuntíð færri.
- Tað vóru eisini sunnudagar, har bert eini 3-4 fólk vóru í kirkju, sigur fyrrverandi deknurin í Elduvíkar kirkju.

Alt broytist
Jógvan Fríðriksson, bispur, ásannar, at alt broytist, og soleiðis eisini við fólkagrundarlagnum í smáu bygdunum.
Bispur vísir á, at tað eru umleið 60 kirkjur og nøkur bønhús í Føroyum, og soleiðis sum gongdin hevur verið í fleiri ár, er talan um nakrar kirkjur, eitt nú í Saksun og Kirkjubø, har lestur ikki verður lisin hvønn sunnudag.
- Eg veit um, at kirkjugongd hevur verið á smáplássum, har bert eini tvey fólk vóru í kirkju, sigur bispur.