Arbeiðið at víðka kirkjugarðin í Vági er byrjað.
- Í verandi stund eru ikki nógvir gravstaðir eftir í kirkjugarðinum, og tí verður kirkjugarðurin so líðandi víðkaður við einum nýggjum parti.
Tað siga tey í Vágs kommunu í dag, samstundis sum tey vísa á, at higartil eru gøtur og fleiri gravstaðir gjørdir.
Tekniska toymið hjá Vágs kommunu er farið undir at gera eina norður og suður gøtu millum gamla og nýggja partin av kirkjugarðinum.
- Ein vegur og eitt vendipláss til líkbilin skal eisini gerast fyri at betra um atkomu tá jarðarferðir eru.
Í Vágs kommunu siga tey, at víðkanin av kirkjugarðinum eisini fevnir um nýggjar trappur frá vegnum og til nýggju gøturnar.
- Arbeiði verður væntandi liðugt seinni í ár, verður lagt aftrat.











