Nú kommunurnar viðgera fíggjarætlanirnar fyri 2022, fer býráðið í Sunda kommunu at seta pengar av til útbygging av kirkjugarðinum í Hósvík.
- Kommunan hevur ognað sær lendi, og skjótt verður farið í holt við sjálvan kirkjugarðin, sum verður umleið tvífalt so stórur, sum hann er í dag.
Í Sunda kommunu vísa tey á, at kirkjugarðurin í Hósvík er laðaður, og uppíbyggingin verður eisini laðing.
Men, tað er ikki bara í Hósvík, at veksast skal um kirkjugarðin.
Í Sunda kommunu arbeiða tey eisini við einari ætlan at víðka kirkjugarðin við Norðskála, men sum skilst, liggur arbeiðið í Hósvík fremri.