Kirkjugarðurin í Rituvík skal víðkast

Tí er neyðugt hjá kommununi at ogna sær lendi kring kirkjugarðin

Kirkjuráðið í Rituvík mælir til, at kirkjugarðurin í Rituvík verður víðkaður.

Kommunurnar varða av kirkjugørðunum. Rituvík er partur av Runavíkar kommunu. Tí hevur kirkjuráðið í Rituvík vent sær til Runavíkar kommunu við áheitanini um, at kirkjugarðurin í bygdini verður víðkaður.

Byggi- og býarskipanarnevndin mælir býráðnum til at samtykkja, at kommunan ognar sær lendi til víðkan av kirkjugarðinum og at býarplanurin í hesum sambandi verður broyttur.

Mælt verður til, at peningur í hesum sambandi verður settur av á fíggjarætlanini fyri 2017.