Kirkjugarðurin á Svínaryggi verður søgudepil

Nú verða greinarnar úr Sosialinum um fólk, sum eru grivin í Gamla Kirkjugarði, ella Kirkjugarðinum á Svínaryggi, sum Óli Jacobsen hevur skrivað, tøkar at lesa talgilt á netinum.

 

 

Arbeitt hevur verið við eini ætlan um at gera gamla kirkjugarð á Svínaryggi meira viðkomandi fyri borgararnar. Hetta arbeiðið er nú stórt sæð liðugt. Navn er sett á stórt sæð allar teir 300 gravsteinarnar við um 500 nøvnum.

Í sambandi við hvønn gravstein er sett søgan hjá viðkomandi. Hetta eru greinar, sum Óli Jacobsen hevur skrivað í Sosialinum í røðini Hendur, ið Sleptu.

Her er talan um søguna hjá nógvum ættum í Havn, bæði kendum og minni kendum.

Hesar søgur røkka eisini langt út í heim, heilt til New Zealand og Congo, fyri at nevna tað, sum er longst burtur.

Ætlanin er eisini sohvørt at leggja fleiri frásagnir inn í skipanina, har nakað er at leggja afturat teimum verandi frásagnunum, skrivar Tórshavnar kommuna.

Tí kann her verða talan um eitt stórt savn av persónssøgu, eisini hjá fólki úti um landið.

Tað slepst inn á hesa skipan á torshavn.fo. Í teiginum ”leita” kann skrivast ”kirkjugarðar”. Tá kemur skipanin fram. Leitast kann tá eftir nøvnum í øllum kirkjugarðum í kommununi, eisini tí á Svínaryggi.

Eisini er ein serlig tilvísing til ”jarðað á Svínaryggi”. Her kunnu øll nøvnini síggjast, sum eru á gravsteinunum. Her sæst eisini kortið, sum vísir tær ymisku gravirnar.

Skipanin skal mennast so hvørt og framvegis er okkurt, sum skal snøggast til. 

Hava fólk viðmerkingar kunnu tær sendast til olijacobsen@olivant.fo