- Arbeiðið byrjar fyrst í komandi ári, og tá verður kirkjugarðurin víðkaður við umleið 1400 fermetrum.
Tað siga tey í Nes kommunu í dag.
Lagt verður aftrat, at seinasta útbyggingin av kirkjugarðinum varð liðug í 2001, men nú er neyðugt at taka stig til enn eina víðkan.
Í avtaluni við Falkon er eisini ásett, at fyritøkan tekur sær av at gera eitt parkeringsøki í Gerðinum.
- Falkon skal eisini leingja Lýðarsveg til tess at fáa trý nýggj grundøki í ovaru síðu og harafturat breiðka ein part av Regnavegnum.
Í Nes kommunu siga tey, at hetta verður ein stórur fyrimunur, tí so kann nakað av tilfarinum frá hesum arbeiði brúkast til víðkanina av kirkjugarðinum.











