Kirkjugarðurin á tremur

Skopunar kommuna er farin undir at gera nýggjan kirkjugarð, oman úr elsta kirkjugarðinum

Í Skopun halda tey nú ondini og vóna, at ikki fleiri fólk doyggja í næstum.
Verandi kirkjugarður er so at siga fullur, bara hendiga leiði er eftir.
Tann garðurin hevur verið víðkaður i smáum, men nú ber ikki til at víðka hann meira, tí tað er hella allastaðni, sigur Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopun.
Kommunan er í so sein við at finna eina loysn, men arbeiðið er farið í gongd. Í staðin fyri at víðka verandi kirkjugarð, skal nýggjur garður gerast oman úr tí elsta kirkjugarðinum.
Kommunan hevur gjørt kloakkina, og samráðingarnar við tey, sum eiga teigarnar, eru við at koma undir land, sigur Gerhard Lognberg.
Lendið har er gott, og tí skuldi verið skjótt at grivið stykkið upp.
Av tí at tað hevur skund at fáa nýggjan kirkjugarð, verður helst bara ett petti gjørt liðugt beinanvegin.