Kirkjugarðurin – slættlendi, viðarlund ella háhús?

Kirkjugarðin við Velbastaðvegum í Havn er eitt stórt, verðurbart slætttlendi. Økið veksur alsamt, og skjótt er ikki pláss at víðka meira. Fólkatalið í Havn økist støðugt, og hervið talið av fólkum, sum skulu jarðast. Ætlanir eru nú um ein nýggjan kirkjugarð í Hoyvík, og hetta hevur fingið meg at hugsa um, hvussu ein kirkjugarður kann vera, um vit tora at hugsa øðrvísi og broyta gamlar vanar og siðvenjur

Vanliga er deyði og jarðarferðir ikki nakað eg hugsi nógv um. Sum flest onnur, er tað eitt evni eg helst vil sleppa undan at hugsa um. Tað er eitt sindur óhugnaligt og ræðandi. Kortini, um er tað nakað, sum vit øll hava til felags, so er tað, at vit eina ferð skulu doyggja. Hví so ikki tosa um tað?

 

Búsitandi í Hoyvík, havi eg ein nátúrligan áhuga í einum komandi kirkjugarði her á leiðini. Eg havi við jøvnum millumbilum vitjað í kirkjugarðinum við Velbastaðvegin. Stundum havi eg, saman við fleiri, fylgt einum menniskja eg havi kent, til gravar. Tað er sjálvsagt ongantíð hugaligt. Tey seinastu 15 árini hava eg og maðurin eisini sjálv havt eina grøv at vitja. Okkara fyrsta barn, ein sonur, er jarðaður har.

 

Mangan, tá ið eg havi verið og vitjað hann, havi eg ynskt, at kirkjugarðurin hevði verið meira hugnaligur. Onkur vil kanska hugsa: “Hvussu kann tað vera hugnaligt í einum kirkjugarði, fullur av deyðum fólki?” Tað haldi eg, tað kann. Tá ið ringasta sorgin er stilnað av og hjartaskerandi gráturin er vorðin til still tár. Tá kann saknurin spakuliga verða til stilla gleði um, at eg hóast alt havi átt hann, og at hann hóast alt hevur givið mær okkurt við á mínari lívsleið. Og tá kann tað vera hugnaligt at vitja grøvina, og takka honum fyri, at hann hevur verið til.

 

Tað hevði tó verið hugaligari, um eg ikki mangan eri noydd at krúpa saman, og við ísakøldum fingrum halda fast um frakkan, sum stormurin roynir at skræða av mær, meðan regnið pískar niður á ryggin, sum stóð ein trummuspælari aftanfyri meg.

 

Veðrið kunnu vit einki gera við, vilja tey flestu siga, og tað er rætt. Veðrið kunnu vit ikki broyta, men umstøðurnar kunnu vit gera okkurt við. Hóast veðrið vísir seg frá sínari bestu síðu, er kirkjugarðurin við Velbastaðvegin framvegis eitt stórt slættlendi, har illa fæst nakað at grógva, og blómutyssir fara á flog, tí ongastaðni ber til at finna teimum lívd.

Tá ið eg hugsi um nýggja kirkjugarðin í Hoyvík, síggi eg fyri mær ein kirkjugarð, sum í stóran mun er tillagaður tað nátúrliga lendið. Ikki sum eitt stórt planerað slættlendi, men heldur lagt í terassum. Inn ímillum eru lagaðir grótgarðar, og plantað er við veðurhaldgóðum runnum, ið eru heilársgrønir. Ein á rennur tutlandi gjøgnum kirkjugarðinum. Her og har standa bonkir, har tú kanst seta teg og hugsa um tann tú hevur mist og minnast í frið.

 

Ein tílíkur kirkjugarður hevði givið meira lívd til plantur og møguleika fyri, at tað, ið tey avvarðandi leggja á grøvina, sum blómutyssi og kransar, kann vera liggjandi í frið. Ikki minst hevði tað gjørt tað meira hugnaligt at vitja har.

 

Gaman í, er tað eitt sindur truplari og dýrari at gera ein tílíkan kirkjugarð, men hvør veit, um ikki ein tílíkur friðkendur kirkjugarður kann vera við til at hjálpa avvarandi til at fáa frið í sinnið? Ein kirkjugarður kann eisini vera eitt friðarstað, tú hevur hug at vitja, hóast tú ikki hevur ein grøv at vitja, men kanska bert hevur tørv á einum friðsælum stað eina løtu.

 

Skjóttvaksandi kirkjugarðar vilja tó framvegis vera ein trupulleiki. Her komi eg at hugsa um Hong Kong. Eitt fjarskotið land, sum tó hevur okkurt til felags við Føroyar. Aftaná Annan Heimsbardaga og endan av borgarakrígnum í Kina, streymaðu fólk í hópatali til Hong Kong. Tað varð skjótt trupult at hýsa øll hesi fólk, og við vaksandi fólkatali fylgdi eisini vaksandi tørvur á gravplássum. Tá var tað, eins og tað er í Føroyum, vanligt at jarða tey deyðu í heilum líki, og tey sluppu at verða liggjandi í allir ævir.

 

Í 1960unum varð tað greitt fyri stýrið í Hong Kong, at okkurt mátti gerast. Vitandi um, at siðvenja ikki er so at broyta, hevði stýrið valið millum písk ella gúlarót. Um tað gjørdi av at tvinga fólk til at broyta siðvenju, fóru fólk væntandi gera uppreistur. Stýrið valdi tí gúlarótsháttin.

 

Avgjørt varð, at geva fólk møguleika fyri líkbrenning. Tað var eitt tilboð – ikki eitt krav! Øll kundu verða jarðað á vanligan hátt, í heilum líki, um ynski var um tað. Fyri vanligar kinverjar var hetta týdningarmikið, tí tey høvdu møguleika fyri at vísa tí deyða virðing sambært siðvenju.

 

Stýrið ásetti at um eitt fólk varð jarðað í heilum líki, kundi grøvina varðveitast í 5 ár. 4,5 ár aftaná jarðarferðina fingu avvarandi bræv um, at tey kundu heinta tann deyða, ella fyrihalda seg passiv, og lata tað almenna taka sær av líkbrenning. Um so var, at tað almenna skuldi taka sær av líkbrenningini, fingu avvarðandi seinni boð um, hvar krukkan var settur niður, ella hvar øskan var spjadd út. Framvegis var talan tó um eitt tilboð, har avvarandi høvdu møguleika fyri at velja ein aðra loysn, sum kanska hóskaði betri inn í teirra ætt.

 

Í dag kanst tú ganga ein túr í Hong Kong, og halda teg ganga millum háhús við hotellum, skrivstovum og íbúðum. Uttan at tú sært tað úttanifrá, kann talan tó væl vera um ein kirkjugarð. Orsakað av plásstroti hava tey bygt háhús, har pláss er fyri nógvum krukkum á hvørjari hædd. Hvør einstøk krukka hevur sítt pláss, har eisini er pláss fyri blómum, myndum og hvat annað avvarandi hava hug at seta á »grøvina«. Tað kann tykjast sera løgið og ópersónligt at fara at vitja grøvina í einum háhúsi. Hinvegin, so eru tey avvarandi ikki í vanda fyri at verða blást umkoll á einum veðurbardum slættlendi.

 

Hugsa vit um Danmark, hevur tað í nógv ár verið møguligt at velja, um tú vilt brennast ella jarðast í heilum líki. Gravplássið verður keypt fyri eitt ávist tíðarskeið á til dømis 20, 10 ella 5 ár í senn. Á hendan hátt verður eingin grøv, har eingin avvarandi er til at passa grøvina. Samstundis ger tað, at kirkjugarðurin ikki alsamt skal víðkast. Summi fólk taka enntá avgerð um, at tey ikki vilja hava eitt gravstað, sum tey avvarandi skulu viðlíkahalda í nógv ár, men velja heldur at verða jarðað í eitt grønt øki, saman við nógvum øðrum. Tá kunnu avvarðandi fara hagar at minnast, uttan at skulu hugsa um viðlíkahald og varðveiting.

 

Tosa vit um vinnulív, skúlagongd og annað, so verður sagt, at vit eiga at menna og fylgja við broytingunum, sum fara fram í heiminum rundan um okkum. Aðrar siðvenjur harafturímóti hóvar okkum ikki at broyta. Eg sigi heldur ikki, at siðvenja bara skal broytast, tí júst siðvenja er við til at gera føroyingar til føroyingar og danir til danir. Men eftir at hava vitjað kirkjugarðar runt í heiminum og lisið um broytingarnar í Hong Kong, eri eg tó vorðin greið yvir, at tað ber til at broyta siðvenju og framvegis hava virðing fyri tí søguliga og tí estetiska.

 

Eg havi fulla virðing fyri, at summi fólk eru av tí áskóðan, at jarðarferðin skal ganga fyri seg sum higartil, og at kirkjugarðurin skal síggja út, sum hann altíð hevur gjørt. Øll hava rætt til at hava sín egnu áskóðan. Tí vóni eg eisini, at tað við tíðini verður virt, at eg fegin vil hava møguleikan at kunna velja, um eg vil brennast ella jarðast í heilum líki. Eftir øllum at døma, eri eg ikki tann einasti við tí áskóðan. Herfyri viðgjørdi ungdómstingið spurningin um líkbrenning í Føroyum, og var tað viðtikið at arbeiða víðari við hesum máli.

 

Um vit í Føroyum skulu hava møguleika fyri líkbrenning, og um kirkjugarðurin skal vera eitt slættlendi, ein viðarlund ella eitt háhús eru ikki vanlig kjakevni í føroyskum orðaskifti, men hví ikki? Vit enda øll har fyrr ella seinni, so hví ikki gera vart við, hvussu vit kunnu hugsa okkum at skipa lívsins enda, og hvussu vit sum avvarðandi kunnu hugsa okkum umstøðurnar, tá ið vit skulu vitja okkara kæru.