Kirkjugarðurin í Sandavági útsettur

- Nakrir smálutir í uppskotunum skulu lýsast betur, áðrenn málið er búgvið til endaliga avgerð, siga tey í Vága kommunu í dag.

Borgarstjórin í Vága kommunu hevur tikið avgerð um, at málið um kirkjugarðin í Sandavági ikki verður viðgjørt á almenna býráðsfundinum, sum verður mánakvøldið 26. februar.

 

- Orsøkin til hesa avgerð er, at nakrir smálutir í uppskotunum skulu lýsast betur, áðrenn málið er búgvið til endaliga avgerð, sigur Vága kommuna á sínari heimasíðu í dag.

 

Kirkjugarðurin í Sandavági fer nú at fyllast, og fleiri fylgjandi býráð hava gjørt stórt fyrireikingararbeiði fyri at finna bestu loysnina fyri nýggjum kirkjugarði.

 

Vága býráð hevur annars gjørt av, at veljast skal millum tveir møguleikar, sum ætlanin var at taka støðu til á  nevnda býráðsfundi.

 

Men, soleiðis sum Vága kommuna boðar frá í dag, verður hetta mál ikki viðgjørt á almenna býráðsfundinum, sum verður mánakvøldið komandi.