Amerikanarar eru ikki bangnir fyri at hugsa øðrvísi. The Neptune Memorial Reef er ein nýggjur amerikanskur kirkjugarður - 14 metrar undir vatnskorpuni Kirkjugarðurin, sum liggur fimm kilometrar frá strondini í Key Biscayne í suður Florida, hevur bæði gøtur, minnisvarðar og beinkir.
Í kirkjugarðinum er pláss fyri 850 urnum, men eigarin ætlar at víðka um øki, soleiðis at pláss verður fyri 125.000 gravstøðum.
Sambært Politiken er staðið væl vitjað av kavarum, og fyri einum mánaða síðani var ein kendur 93 ára gamla kavari, Bert Kilbride, jarðaður har.
Øskan verður blandað við eitt serligt slag av sement, sum er serliga væl egnað til nýtslu undir vatni.
Urnan verður síðani sett í kirkjugarðin. Prísirnir liggja millum 5.000 krónur fyri eitt vanligt pláss til 30.000 fyri at fáa urnuna setta inn í eina løvustandmynd.








