Bæði á Sandi og í Skopun rista tey í brókunum, um tað skuldi hent, at fleiri fólk doyggja í næstu.
Í Skopun er støðan tann, at bara nøkur heilt fá leiði eru eftir. Einki dupultleiði er tókt.
Kirkjugarðurin var næstan fullur, áðrenn kommunustýrið tók málið upp.
Orsakað av jarðarstríðið valdi kommunustýrið at velta eitt lítið økið oman fyri fyrsta kirkjugarðin, men tað arbeiðið er mestsum steðgað, tí kommunan eigur ongan pening. Ein petti av garði er stoypt upp í gamla laðaða garðin, og fólk eru bilsin um, at friðingarmyndugleikarnir ikki hava talað at.
Á Sandi er støðan eitt sindur øðrvísi. Kommunan gjørdi ein stóran kirkjugarð. Har vórðu fornminni funnin, fornfrøðingarnir fóru til verka, og so hvørt um teir kundu frígeva ein part, kundi gravast í tí.
Seinni eru so áhugaverd fornminni funnin, at tosað verður um at friðað alt økið.
Tann spurningurin er ikki avgreiddur enn.
Pengaspurningur
Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi sigur, at verður kirkjurgarðurin friðaður, má landið útvega kommununi nýtt øki. Meira vil Brandur Sandoy ikki siga, men visir til Mentamálaráðið. Tað hevur ikki eydnast at fáa orð á viðkomandi fulltrúa.
- Verður kirkjugarðurin á Sandi friðaður, er støðan álvarslig, sigur Jákup Reinert Hansen, sóknarprestur á Sandi.
Hann heldur tað hava skund, at kirkjugarðsmálini í báðum bygdum verða loyst sum skjótast, so viðurskiftini aftur verða sømilig.
Í hinum bygdunum í oynni er eingin neyð. Í Húsavík eru tey í góðari tíð farin at savna grót til at byggja upp í krikjugarðin við.