Kirkjubøar kirkja : “Bach í kertuljósi”

Kirkjubøar kirkja : “Bach í kertuljósi” 12. desember kl. 19.30

Hanne Marit Mordal Iversen og Aldubáran


Síðani 2017 hevur Kirkjubøar kirkja verið karmur um tónleikatiltak, har tónleikur hjá Johann Sebastian Bach hevur ljómað. Í ár verður tað tónleikur úr nótabókini, ið konan Anna Magdalena Bach og húskið høvdu sum felagsítriv.


- Vit eru so heppin, at nýggja stjørnuskotið innan klassiskan sang, Hanne Marit Mordal Iversen, kemur á vitjan at syngja við tónleikarunum í úrmælingabólkinum Aldubáruni. Hanne Marit vann fyri nøkrum vikum síðani stóra altjóða sangkapping í París.


- Løtan er hugsað sum ein skái í jólameldrinum, har ið áhoyrarar sessast í glæmuni frá kertuljósum, og í friði njóta undurføgru tónarnar, ið dúgliga vóru sungnir og leiktir av Onnu Magdulenu sjálvari, tónleikaliga gávaðu børnunum, gistandi og vinum, ið komu framvið hjá Bach-familjuni í Leipzig fyri 300 árum síðani.


- Konsertin, ið er ókeypis, byrjar kl. 19.30. Tónleikararnir byrja eina løtu innan hetta at spæla sálmaløg úr kantatum og smærri tónleikaverk hjá Bach. Avmarkað pláss er í kirkjuni.

- Eftir konsertina eru øll hjartaliga vælkomin at hittast til samveru í Roykstovuni, skrivar folkakirkjan.fo.