Kirkjubio í Vestmanna mánadagin 26. mars kl 19,30.
Páskahátíðin nærkast, og í vikuni undan dymbildagaviku/ stillu viku, verður filmurin Fangarnir frá Auschwitz sýndur. Upprunaliga og meira sigandi heitið á filminum er God on Trial. Hann er frá 2008 og byggir á søguna sum kz- fangin Elie Wiezel, ið yvirlivdi Holocaust, sigur frá í bókini The Trial of God frá 1979. Søgan og filmurin snúgva seg um eitt rættarmál í týningarleguni í Auschwitz. Tað er eitt rættarmál, har tað er Guð, sum er á ákærubeinkinum og nakrir fangar føra sakina sum ávikavist dómari, ákæri, verji og vitni. Ófatiligur óndskapur hevur rikið teir inn í eitt helviti á jørð, og meðan fangarnir standa við øðrum beininum í grøvini, fokuserar rættarmálið á tann brennandi spurningin: Hevur Gud svikið sítt útvalda fólk?
Áðrenn filmurin byrjar hevur Inga Poulsen Dam, prestur nøkur innleiðandi orð um filmin og evnið, siga prestarnir í Norðstreymoyar prestagjaldi.