Í føstuni verður farið undir eitt nýtt tiltak í Norðstreymoyar prestagjaldi.
Hetta er sokallað Kirkjubio, har filmar við átrúnaðarligum, andaligum og etiskum spurningum verða vístir.
Byrjað verður í
Vestmanna kirkju mánakvøldið 27. februar kl. 19.30, tá filmurin The Tree Of
Life við Brad Pitt og Sean Penn verður vístur. Filmurin er nýggjur og er
innstillaður til tríggjar Oscar-virðislønir í ár.
Heitið skuldi hóskað væl til altartalvuna í Vestmanna kirkju.
Áðrenn filmurin byrjar, hevur Birgir Kruse fyrilestur um filmin The Tree Of Life.
Ætlanin er at halda fram við tiltakinum í føstuni í Kvívík og í Hvalvík,siga prrestarnir í Norðstreymoyar prestagjaldi










