Kirkjubø varð eina matstovu ríkari í dag

Koks hevur seinastu mánaðirnar verið í útlegd í Eysturríki og Keypmannahavn, men í dag lat matstovan loksins upp aftur í Føroyum.


Alt er tó ikki við tað sama, tí hóast Koks er vent heimaftur til Føroyar, so verður matstovan ikki longur at finna í Hotel Føroyum. Í staðin lat matstovan í dag upp í nýggjum hølum í Kirkjubø.


Við in.fo fyrr í ár segði Karin Visth, at hóast matstovan nú heldur til í einum sethúsum, so verður matarskráin tann sama.


- Matarskráin verður sett saman á tann hátt, sum vit áður hava gjørt, við millum øðrum igulker og hummara. Størsti munurin verður tó, at vit fáa eitt enn betri útsýni, enn vit høvdu áður, segði Karin Visth við in.fo tá.


Um føroyingar ynskja at uppliva Koks í Kirkjubø, so mugu tey gera skjótt av, tí hølini í Kirkjubø er nevniliga einans ein fyribils loysn.