Kirkjubøur býarpartur í Havn

Ìbúgvarnir í Kirkjubøar kommunu søgdu greitt ja til samanlegging við Tórshavnar kommunu

SAMANLEGGING
Leygardagin tóku fólk í Kirkjubøar kommunu støðu til, um tey vildu gerast partur av Tórshavnar kommunu. Kommunan telir bygdirnar Velbastað og Kirkjubø.
Dómurin hjá fólkinum var, at Kirkjubøar kommuna skal leggja saman við Havnini. 85 atkvøður vóru fyri og 53 ímóti. Hetta merkir sostatt, at fólk í Kirkjubø og á Velbastað verða partur av Tórshavnar kommunu.
Vallluttøkan var 95,8%, t.e. 138 av 144, sum høvdu valrætt, vóru á vali.
Kommunuskrivarin, grannskoðarin og eitt umboð fyri bygdarráðið taldu atkvøðurnar upp søguliga dagin á Velbastað. Og fólk fyldu væl við, og tey vistu úrslitið, áðrenn hetta alment varð kunngjørt.
Og lagið var gott, eftir at úrslitið gjørdist greitt. Fitt av lokalum kreftum vóru savnaði í skúlanum á Velbastað, sum hevði verið valstaður leygardagin.
-Hetta er tað besta upp á longri sikt og upp á styttri sikt, segði ein maður og hini rundanum vóru samd við honum.
Tað eru íløgurnar, sum standa fyri framman, sum serliga gera, at fólk hava hesa hugsan.
Tosað varð dúgligt, um tey, sum høvdu atkvøtt nei. Men nú kundi alt vera tað sama, tí fólkið hevði talað, og úrslitið var greitt.
Fólkið fegnaðist um úrslitið, sum var sum tey vildu hava tað. Onkir hugsaði, hvussu tað fór at vera at vaka upp sum havnafólk týsdagin.

Deiligt
-Hetta var gott.
Bæði borgarstjórin og varaborgarstjórin í Kirkjubø frøddust óført leygarkvøldið, tá úrslitið var greitt.
Serliga borgarstjórin Annfinn Brekkstein lýsti sum ein sól, eftir at úrslitið gjørdist. Hann hevur verið fremsti talsmaður.
-Eg eri sera væl nøgdur. Fólkið hevur víst stóran áhuga og valt at fara frameftir heldur enn aftureftir, sigur Annfinn Brekkstein.
Eisini Eyðfinnur í Búðini var væl nøgdur.
-Hetta er tað rætta at gera. Hetta ger einki við okkara samleika. Vit eru tey somu, hóast vit eru partur av Tórshavnar kommunu, segði hann.
Tær báðir søgdu, at eitt sindur av trýsti hevði verið seinastu tíðina, og fólk høvdu verið ósamd.
-Men nú er alt gloymt, og vit hyggja frameftir, sigur Annfinn Brekkstein.
 
Sáttmálin undirskrivast
Ein sáttmáli er gjørdur millum Kirkjubøar kommunu og Tórshavnar kommunu saman við einum fylgiskjalið, sum ásetur hvussu samanleggingin skal fara fram. Fylgiskjalið er sambært borgarstjóranum í Havn málsetningarnir, men tað er ikki juridiskt bindandi sum sáttmálin, men kortini moralskt bindandi, og tað er ætlanin at fylgja hesum, leggur Jan Christiansen eina við.
Sáttmálin varð undirskrivaður, eftir at blaðið var farið til prentingar. Àðrenn undirskriftirnar vórðu settar á sáttmálan, so hevði bygdarráðið tikið endaliga støðu á fundi fyrr um dagin.
Borgarstjórin í Havn verður umboð hjá Tórshavnar kommunu til bygdarráðsfundir í Kirkjubøar kommuna, og Kirkjubøar kommuna fær umboð í allar nevndirnrar hjá býráðnum í Havn. Felags fyri øll hesi er, at tey hava talurætt, men ikki atkvøðurætt.
Formelt hava kommunurnar hvør sína fíggjarætlan komandi ár, men tað verður arbeitt sum um, at tær eru saman í einari kommunu, har pengarnir verða játtaðir í Havn til barnagarð á Velbastað.. Endiliga samanleggingin merkist fyrst við kommunuvalið á heysti 2004, og endiliga samanleggingin verður 1. januar 2005.