Kirkjubøstólarnir til Føroya komandi ár

Seinnapartin hósdagin skrivaðu mentamálaráðharrarnir úr Danmark og Føroyum undir samstarvsavtalu, ið hevur til endamáls at lata føroyingum fornlutir aftur, teirra millum Kirkjubøstólarnar. Lutirnir hava verið varðveittir á donskum søvnum, tí umstøður hava ikki áður verið í Føroyum

Fyrireikingar verða nú gjørdar, so forngripir, eisini Kirkjubøstólarnir, verða sendir heim til Føroya longu ár 2000, tá Føroyar halda 1000 ára hald fyri kristnanini av Føroyum

Seinnapartin hósdagin undirskrivaðu Signar á Brúnni, landstýrismaður við mentamálum, og danski mentamálaráðharrin, Elsebeth Gerner Nielsen, samstarvsavtalu, ið hevur til endamáls at lata føroyingum Kirkjubøstólarnar, og aðrar fornlutir, aftur. Eisini skrivaðu Arni Thorsteinsson, landsantikvarur, og Steen Hvass, ríkisantikvarur, undir avtaluna.

Hetta hendi á samkomu í Tinganesi, í Skansapakkhúsinum, har allir norðurlendsku mentamálaráðharrarnir, ið eru í Føroyum til ráðharrafund í løtuni, eisini vóru til staðar, umframt embætisfólk og onnur.

Signar á Brúnni beyð gestunum og danska mentamálaráðharranum vælkomnum. Síðani settu tey 4, Signar á Brúnni, Elsebeth Gerner Nielsen, Arni Thorsteinsson og Steen Hvass, nøvn síni undir avtaluna.


Longu næsta ár

Í stuttum røðum lýstu mentamálaráðharrarnir báðir gongdina í málinum og tey fegnaðust um, at samstarvið endiliga er komið so langt.

Signar á Brúnni nevndi m.a., at vónandi fáa vit í Føroyum eisini skjótt gomul skjøl í varðveitslu og at arbeitt verður við hesum.

Elsebeth Gerner Nielsen metti forngripirnar, sum lyklar til fortíðina. Hon fegnaðist um, at føroyingar nú fáa lyklarnar, tí hon metir kunnan um fortíðina at hava stóran týdning í gerandislívinum.

Hon avdúkaði í røðu síni, at longu komandi ár koma stólarnir væntandi til Føroya. Tá hátíðarhalda føroyingar 1000 ára hald, síðani Føroroyar vórðu kristnaðar. Elsebeth Gerner Nielsen helt tað hava týdning, at føroyingar við 1000 ára skiftið hava møgulieka at granska í eganri fortíð og egnari grund í eini tíð, har alt verður meiri altjóðakent og smærri mentanir broytast.

Hon nevndi, at hetta eisini er í tráð við tað, ið ríkisantikvarurin Steen Hvass hevur arbeitt fyri.

Hon helt ongan vanda vera fyri, at føroysk mentan hvørvur, men hava eina bjarta framtíð, tí her banka hjørtu, ið føra mentanina fram.

Hon segði seg fegnast um, at brátt hómast í sjónarringinum ein partur av Føroya fortíð, ávegis heimaftur til Føroya.