Nógv hevur verið um teir talað, okkara langt av landi skotnu forngripir, Kirkjubøstólarnir. Føroyingar hava á Fornminnissavninum havt møguleika at sæð Kirkjubøstólarnar, ið verða mettir sum dýrgripir, men í Føroyum eiga vit bert eina eftirgerð, tí teir veruligu stólarnir eru í Danmark.
Nú røkist fyri, at Kirkjubøstólarnir koma aftur til Føroya, eftir at hava verið í varðveitslu í Danmark í mong ár.
Samstundis koma fleiri hundrað forngripir aftur til Føroya. Ein stórur partur er savnaður í Føroyum í 1800 talinum, tá einki fornminnissavn var í Føroyum. Nógvir av gripunum eru sjáldsamir og eindømi millum varðveittar føroyskar forngripir. Gripirnir eru úr øllum Føroyum.
Málið gongur aftur til 1977, tá semja varð gjørd millum landsstýrið og donsku stjórnina um, at Kirkjubøstólarnir kundu latast Føroya Fornminnissavnið í varðveitslu. Av ymsum orsøkum var hendan semja ongantíð sett í verk.
Í februar 1998 heitti Undirvísingar- og Mentamálastýrið á Føroya Fornminnissavn um at taka upp samband við danska tjóðminnissavnið (Nationalmuseet) fyri at fáa gongd aftur á málið um føroysku forngripirnar í Danmark.
Síðan hava samráðingar verið millum avvarðandi føroyskar og danskar myndugleikar og er úrslitið av samráðingunum ein avtala millum danska tjóðminnissavnið (Nationalmuseet) og Føroya Fornminnissavn. Mentamálaráðharrarnir í báðum londum, Elsebeth Gerner Nielsen og Signar á Brúnni, fara hósdagin at undirrita, saman við ríkisantikvarinum Steen Hvass og landsantikvarinum Arna Thorsteinsson.
Samstarvsnevnd
Ein føroysk-donsk samstarvsnevnd verður sambært avtaluni sett, ið skipar fyri, at føroyskir forngripir á danska tjóðminnissavninum og øðrum donskum søvnum verða skrásettir og fornfrøðiliga lýstir. Nevndin ger síðani tilmæli til danska mentamálaráðharran, um hvørjir lutir verða avhendir Føroyum.
Signar á Brúnni, landsstýrismaður í mentamálum, fegnast um, at ein loysn er fingin á hetta gamla mál, báðum tjóðum til miklan sóma. Hann metir, at Føroya Fornminnissavn við avtaluni verður eitt ríkari og flølbroyttari savn og hann metir somuleiðis avtaluna, sum eitt stórt framstig fyri føroyskt mentanarlív. Signar á Brúnni heldur, at avtalan fer at hava stóran týdning fyri granskingina og at avtalan verður bæði føroyingum og vitjandi til gleði og gagn.
Avtalan verður undirskrivað í morgin, hósdagin, klokkan 14:00 í móttøkuhølum løgmans í Tinganesi









