Kirkjubússurnar tømdar

Sunnudagin var gudstænasta við luciagongd í Gøtu kirkju. Tað var ein sera hugnaig løta.

Men mitt í øllum varnaðist klokkarin, at báðar bússurnar vórðu koyrdar upp, og í bússunum var bara nakað av smápengum. Eingir seðlar.

Tað er ógjørligt at vita, nær tað er hent, tí brotið er ikki inn í kirkjuna.

Kirkjan er altíð stongd millum handlingarnar, men fleiri tiltøk hava verið í kirkjuni seinastu vikurnar, og tá hava nógv fólk verið í kirkju.

Dagbjørt Ólavsdóttir Hansen, forkvinna í kirkjuráðnum harmast, men kirkjuráðið ætlar ikki at gera nakra gølu burtur úr málininum.

- Hetta er eisini keðiligt fyri tey mongu, sum hava lykil til kirkjuna.