Nú klokkan 15 letur Jón Magnus Joensen listaframsýning upp í Smiðjuni í Lítluvík við 31 akrylmálningum, har motivini serliga snúgva seg um umhvørvið við Kirkjubøreyn. Jón Magnus Joensen, sum er 47 ára gamal og ættaður av Argjum, er ikki nakar ársungi innan list. Tað eru mong ár síðan, at hann hevði sína fyrstu listaframsýning, og hetta er áttandu ferð, at hann sýnir fram í Smiðjuni í Lítluvík.
- Á hesi framsýningini, sum telir tilsamans 31 málningar, eri eg serliga inspireraður av umhvørvinum við Kirkjubøreyn - tó við fríari endurgeving, sum listamálarin tekur til.
Jón Magnus var 13 ára gamal, tá hann byrjaði at mála, og hann hevur eisini nomið sær listarligan kunnleika á listaskúla í Holdbæk í Danmark.
Framsýningin í Smiðjuni í Lítluvík, sum letur upp nú klokkan 15, verður opin í dag til klokkan 19.
Leygardagin verður opið frá klokkan 10-19, sunnudagin frá 14-17.30, mánadagin frá 16-19 og týsdagin, sum er seinasti dagur, verður listaframsýningin opin frá klokkan 15-19.
Størsti málningurin á framsýningini hjá Jón Magnusi Joensen hesaferð er 1,50 x 1,25 metrar stórur.