Í kirkju við bumbu

Sjey fólk doyðu, og tíggjutals onnur vórðu særd, tá ein bumba brast ívið katólsku kirkjuna í býnum Kaduna har norðuri í Nigeria í dag. Myndugleikarnir siga, at talan var um eina sjálvmorðsbumbu, og at tað var tann víðgongdi muslimski yvirgangsfelagsskapurin Boko-Haram, sum segði atsóknina til rættis.

BBC sigur frá sínum keldum í Nigeria, at tey kristnu hava hevnt áslopið við at beina fyri tveimum muslimum.

Tað hevur leingi verið stórur spenningur millum kristin og muslimar í Kaduna, og felagsskapurin Boko-Haram, sum vil hava sharia-lóggávu í Nigeria, hevur skipað fyri fleiri blóðugum álopum, sum tey kristnu so hava hevnt.