Tórshavnar Býrað boðar í dag frá, at Havnar Kirkja yvirtekur Arnes Minde, stóra bygningin á horninum millum Bringsnagøtu og Kirkjuveg, á Bryggubakka í Tórshavn. Kirkjan yvirtekur bygningin fyri 3,5 milliónir krónur.
Tað eru longu 25 ár síðani, at kirkjuráðið fyri Dómkirkjuna fyrstu ferð vendi sær til býraðið við einum ynski um at yvirtaka bygningin. Vegna tað, at nógv virksemi var í bygninginum bar hetta ikki til tá, men nú er yvirtøkan so framd.
Havnar kirkja hevur havt sera trongar umstøður, men av tí at bygningurin er friðaður, er eingin møguleiki at byggja út ella broyta bygningin stórvegis, og tí var neyðugt at útvega sær onnur høli.
Kirkjuráðið hugsar at brúka Arnes Minde til skrivstovu til dagliga avgreiðslu í sambandi við kirkjuskrivstovuna, eins og prestar og onnur starvsfólk kunnu hava sína dagliga gongd og tænastur har, tí í kirkjuni sjálvari er lítið og onki pláss.
- Tað, sum er spennandi við hesi verkætlan er, at kirkjan ætlar at vera við til at skapa eitt livandi umhvørvi á Bryggjubakka. Tí umframt arbeiðið hjá kirkjuni í sambandi við gudstænastur og onnur kirkjulig tiltøk, so er eisini ætlanin hjá kirkjuni at hava ymisk mentanarlig tiltøk, so sum konsertir, framsýningar, kafé og hugnakvøld, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.
- Kirkjuráðið hevur enn fleiri spennandi ætlanir, t.d. at draga hús og kirkju inn í søguliga umhvørvið á Reyni, at hava bóka- og myndaframsýningar, og at skipa fyri ymsum tiltøkum í samstarvi við ferðavinnuna. Húsið er søguligt og hevur t.d. bæði verið politistøð, varðhald og hevur hýst býráðssali og -skrivstovu, sigur Heðin Mortensen.










