Seinastu dagarnar hevur danska blaðið Kristeligt Dagblad vitjað í Føroyum, her tey hava prátað við ymisk fólk um ta ætlaðu yvirtøkuna av fólkakirkjuni. Teirra millum er Føroya bispur, Hans Jacob Joensen, sum í viðtali við danska blaðið 21. desember ikki leggur fingrarnar ímillum, tá talan er um yvirtøkuna av tí føroysku fólkakirkjuni.
Bispur er fyri, at Føroya kirkja skal gerast sjálvstøðug kirkja, men hetta merkir, at nógv umsitingarligt virksemi skal flytast úr Keypmannahavn til tað føroyska heimastýrið. Hann heldur, at tað eru fleiri mál, sum áttu at verið loyst, áðrenn føroyingar yvirtaka kirkjuna.
Tað, sum serliga órógvar bisp, er komandi støðan hjá drotningini til ta føroysku kirkjuna. Sambært ætlanunum hjá Mentamálaráðnum og danska kirkjumálaráðnum skal hon í framtíðini ikki longur útnevna bispin í Føroyum, sum hon t.d. ger tað í grønlendingum, sum hava yvirtikið sína kirkju.
Bispur ger vart við, at eins og tey flestu eru ivasom um støðuna hjá drotningini í framtíðini, er eisini ivasamt um ein yvirtikin føroysk fólkakirkja framvegis er umfatað av Grundlógini, og harvið stuðlað av danska statinum, tvs. um ein føroyskur "statur" í framtíðini eisini yvirtekur skyldurnar, danski staturin hevur í dag. Grundlógin gevur kongi ymiskar heimildir í kirkjuni, og spurningurin, um hesar heimildir kunnu fella burtur, sjálvt um kirkjan verður yvirtikin eftir heimastýrislógini, er enn ógreiður. Tí heldur Hans Jacob Joensen sambært Kristeligt Dagblad tað ikki vera nóg mikið við eini avtalu millum danska kirkjumálaráðið og føroyskar embætismenn, tá talan er um taka heimildir frá drotningini.
Kann vakna á morgni sum katolikkur
Hans Jacob Joensen heldur fram við at vísa á, at tá talan er um føroysku kirkjuna, er tað talan um ta luthersku kirkjuna, sum eisini er tann danska fólkakirkjan, og tí eru trúarjáttanirnar hjá tí føroysku og donsku kirkjuni tær somu. - Men verða trúarjáttanirnar av sær sjálvum fluttar yvir til ta føroysku kirkjuna, um vit loysa hana frá donsku grundlógini, spyr bispur.
Í Grundlógini stendur nevniliga, at vit hava ta evangelisk-luthersku trúarjáttanina, men hvar verður hetta avgjørt at standa í framtíðini, og kann hetta broytast? Um avgerðin um trúarjáttanirnar skal standa í føroysku lógini, spyr bispur aftur, um hann í kvøld kann fara til songar sum lutherskur bispur og í morgin vakna og hoyra, at Løgtingið hevur avgjørt, at nú skulu vit verða katolikkar? ? Um samband ikki longur er millum kirkjurnar báðar gjøgnum Grundlógina, er trygd ikki longur fyri, at føroyska kirkjan er evangelisk-luthersk. Ein slík trúarjáttan eigur at vera ávíst í eini lóg, eini føroyskari grundlóg, sum ikki kann broytast av politikarum, men bert við fólkatkvøðu. Tí skal føroyska fólkið eisini atkvøða um yvirtøkuna av suverenitetinum, sigur Hans Jacob Joensen, bispur.
Munur á Nyrup og Fogh
Hann heldur, at danska stjórnin í dag markant hevur broytt signalini, tá talan er um føroysk viðurskifti.
Kristeligt Dagblad skrivar, at vóru trupulleikar millum Landsstýrið og ta donsku stjórnina, meðan Poul Nyrup Rasmussen var forsætismálaráðharri, so er ikki vist, at trupulleikarnir eru minni, nú Anders Fogh Rasmussen vísir ynskjunum føroyskt sjálvstýri betri viðferð. Sami grundhugburður gongur kanska aftur í danska kirkjumálaráðnum, sum vísir ætlanum um yvirtøkuni vælvild. Hetta undrar føroyingar bæði í tí politiska og kirkjuliga umhvørvinum eins og restina av fólkinum. Onkur heldur, at hetta fer at hava øvugt árin, nevniliga, at føroyingar verða skeptiskir, og lata vera við at yvirtaka.
Til hetta sigur Føroya bispur, at tað er ein markant broyting og løgin kensla, at vit bara kunnu gera, sum okkum lystir. - Tað er í ein ávísan mun í lagi, men mær vantar enn, at ein loysing ella einar sjálvstøðugar Føroyar verða samtyktar av tí føroyska fólkinum. Tað er ein merkiligur vegur at ganga bara at sleppa øllum. Undir Nyrup fingu vit at vita, at alt ikki bara kundi flytast úr Danmark til eina sjálvstøðuga føroyska kirkju. Í dag fáa vit so at vita, at tað eru als eingir trupulleikar. Heldur ikki við Grundlógini. Tann dag, tá alt á henda hátt er yvirført til Føroyar sjálvar, hvat skal Føroya fólk tá svara á eini fólkaatkvøðu? Hvat hendir, um Føroya fólk sigur nei? Tað er føroyska fólkið, og ikki teir føroysku politikararnir, sum skulu avgera fullveldisspurningin. Tí er tað einasta rætta at halda eina fólkaatkvøðu um føroyskt fullveldi, sigur Hans Jacob Joensen.
Yvirtøkan av kirkjuni avgerandi fyri alt sjálvstýrismálið
Bispur sigur seg ynskja, at ein breitt samansett nevnd skal gjøgnumganga ta føroysku kirkjulóggávuna fyri koma fram júst hagar, suvereniteturin skal galda, og har hann ikki skal galda.
Sum nevnt hevur danska blaðið prátað við fleiri fólk í Føroyum um ta ætlaðu yvirtøkuna av kirkjuni teirra millum er stjórin í Føroya Banka, Jørn Astrup Hansen, sum eisini úttalar seg týdningin av kirkjumálinum. Í blaðnum 18. desember sigur hann: - Hvis ikke det skulle lykkes i denne omgang at få folkekirken under færøsk selvbestemmelse i forhold til den danske folkekirke, så tror jeg, at yderligere overgang til selvstændighed på Færøerne kan få det svært i de kommende år.










