Kirkjan stóran leiklut á Ovastevnu

Nólsoyingar hava á hvørjum ári síðani 1994 bjóða stevnugestum til Nólsoyar.

Um vikuskifti verður skipað fyri árligu ovastevnuni í Nólsoy. Nólsoyingar hava á hvørjum ári síðani 1994 bjóða stevnugestum til Nólsoyar. Skráin er sum vant rúgvismikil, og nærum øll tiltøk eru ókeypis. Kirkjan hevur eisini ein stóran leiklut í skránni. Har verður andakt, morgunsangur, konsertir og sjálvandi guðstænasta sunnumorgun. 

 

Fríggjakvøldið 16. august

kl. 20.30 - Andakt við Una Næs, dómprósti

 

Leygardagin 17. august

kl. 10.30 - Morgunsangur við Anne Mette Greve Klemensen, sóknarpresti

kl. 13.00 - Konsert við Eystanljóð, Jón Eliasen, stjórnar

kl. 15.00 - Konsert við Tarira, Bernharður Wilkinson stjórnar

kl. 16.00 - Konsert við Havnarkórinum, Leif Hansen stjórnar

kl. 17.00 - Konsert við Tórshavnar manskóri, Jón Festirstein stjórnar

 

Sunnudagin 18. august

Guðstænasta, Steintóra Erhardsdóttir sóknarprestur prædikar.

Kringvarpið sendur útvarp frá guðstænastuni, skrivar folkakirkjan.fo..