FÓLKAKIRKJAN
Eins og løgmaður viðgongur í ólavsøkurøðuni, so er yvirtøkan av Fólkakirkjuni ein av teimum stóru yvirtøkunum, og tað er neyvan av tilvild, at hon stendur á lista B í Heimastýrislógini saman við t.d. løgreglu, loftferðslu og rávenum í undirgrundini. Hetta eru mál, sum higartil bert hava verið gjørlig at yvirtikið eftir samráðingur millum ta donsku stjórnina og Landsstýrið. Viðurskiftini á hesum øki eru so at siga óbroytt, eftir at tann uttanríkispolitiska heimildarlógin er samtykt í Fólkatinginum og í Løgtinginum.
Maria Húsgarð váttar eisini fyri Sosialinum, at yvirtøkan av Fólkakirkjuni ikki líkist øðrum yvirtøkum. Her talan um eitt stórt lógaverk, og so hevur hon ikki minst nógv við kenslur at gera.
At yvirtaka Fólkakirkjuna snýr seg nevniliga ikki bara um pening. Kanska snýr hendan yvirtøkan seg allarminst um pening.
Hvat skal kirkjan læra?
Ein stórur spurningur snýr seg nevniliga um, hvørja læru, føroyska kirkjan skal boða í framtíðini, og ikki minst hvør skal avgera hesa læru. Í donsku grundlógini stendur týðiliga í ávikavist grein 4 og 1, at Den evangelisk-lutherske kirke er den danske folkekirke og understøttes som sådan af staten og at Denne grundlov gælder for alle dele af Danmarks Rige. Grundlógin er nevniliga fyri alt ríkið, og tí hevur kirkjan eisini higartil verið fyri alt ríkið. Hetta merkir, at ein meiriluti í danska Fólkatinginum ikki kann avgera, at kirkjan fram yvir skal vera katólsk ella skal gevast við barnadópi. Sum nú er, er trúarlæran eisini samtykt í Norsku Lóg, sum er galdandi fyri Føroyar.
Enn hava føroyingar tó onga grundlóg, og í uppskotinum um føroyska stjórnarskipanarlóg, sum varð handað løgmanni í fjør, stendur, at Fólkakirkjan eigur lut eftir gomlum siði. Og tað er ein orðing, ið kann innihalda fleiri týdningar.
Maria Húsgarð sigur, at læran hjá Fólkakirkjuni kann staðfestast í yvirtøkuni, tvs. at Landsstýrið bindur seg til at halda eina avtalu við ta donsku stjórnina um, at kirkjan skal vera evangelisk-luthersk, tvs. at tann danska og føroyska kirkjan koma at hava somu trúarlæru og trúarjáttanir. Kirkjan verður sostatt ikki meira yvirtikin enn so, at um føroyingar bróta hesa avtalu, kunnu danskir myndugleikar leggja upp í og syrgja fyri, at føroysk kirkjufólk ikki vakna ein morgun sum katolikkar ella okkurt annað.
17 tingfólk skulu ikki avgera læruna
Maria Húsgarð nevnir tó eisini aðrar møguleikar, ið kunnu vera við til at skapa ein grundvøll hjá læru kirkjunnar. T.d. sigur hon, at læran kann staðfestast í stýrisskipanarlógini, ið skal samtykkjast av tveimum løgtingum, ella við eini fólkatkvøðu, tí so er tað fólkið, ið avger og er garantur fyri, at 17 tingfólk ikki broyta tað grundleggjandi í Fólkakirkjuni, nevniliga at hon skal vera evangelisk-luthersk.
Enn er tó ikki avgjørt, um nakað sokallað yvirhøvd ella hægsti pesónur skal vera í eini komandi føroyskari kirkju, eins og t.d. Margreta drotning er tað í donsku fólkakirkjuni.
Maria Húsgarð útihýsir ikki møguleikanum fyri, at danska drotningin kann eiga ein leiklut í eini føroyskari kirkju, men sigur seg tó ivast í, um danir fara at ganga við til hetta. Hinvegin kann hugsast, at eitt ávíst samskifti verður við drotningina, tá talan verður um trúarlæru og bisp.
Hóast Fólkakirkjan nú hevur staðið í trimum samgonguskjølum á rað, væntar Maria Húsgarð, at tey fara at náa freistina, sum er 1. januar 2007, men at hetta eisini veldst um, hvussu ætlanin verður móttikin, og um politiskur vilji er til staðar at yvirtaka. Ætlanin er at tað lógarfyrireikandi arbeiðið hjá arbeiðsbólkinum skal leggjast fyri løgtingið næsta vár, og síðani skulu lógirnar samtykkjast á heysti 2006.










