Havn: - Eg ynski at føroyska fólkakirkjan skal virka væl, sigur Uni Næs í samrøðu við Trúboðan.
Eitt av hesum arbeiðum er at tryggja, at fólkakirkjan framvegis skal verða eitt gott stað at vera prestur í, og at møguleiki verður hjá einum presti at virka sum prestur.
- Tað er eisini neyðugt at tryggja, at prestarnir hava góðar møguleikar at boða Guds orð, slær hann fast.
Í føroysku fólkakirkjuni eru 25 prestar, og saman við honum, verður ein teirra, Ann Dahl Hansen eisini innsett sum sóknarprestur í Suðurstreymoy sunnudagin.
Boða og virka
Sunnudagin 31. januar eru júst liðin 22 ár síðani Uni Næs varð prestvígdur.
Hann hevur hesi árini verið í tænastu sum sóknarprestur m.a. í Vestmanna, Havn og nú seinast í Fuglafirði.
- Í hesum støðum havi eg verið prestur bæði í heilt smáum bygdum og í stórum bygdum. Her havi eg sæð, hvussu kirkjan hevur arbeitt á ymiskum plássum, sigur hann.
Nú er tíðin komin til eina størri avbjóðing sum dómpróstur.
- Vit eru 25 prestar og mítt ynski er at vit verða eitt gott toymi, slær Uni Næs fast.










