Flestu danir halda, at kirkjan skal víga tveir menn, eins og hon vígir ein mann og eina kvinnu. Í einari meiningakanning, sum kringvarpið DR hevur gjørt, siga 65 prosent av teimum spurdu, at samkynd skulu hava sama tilboð at verða vígd í kirkju sum onnur.
Eftir galdandi reglum kunnu samkynd verða vælsignað í kirkjuni, men tey kunnu ikki verða vígd í kirkjuni.
Donsku biskupparnir eru ósamdir um málið. Líka nógvir eru fyri sum ímóti, sigur DR. Kresten Drejergaard, sum er biskupur á Fyn, sigur, at tað er ikki kirkjan, sum ger lógirnar, og tí vil hann hava politikararnar í Fólkatinginum at taka støðu til málið.
Per Stig Møller, kirkjumálaráðharri, vil ikki gera viðmerkingar til málið, tí hann vil fyrst sleppa at tosa við kirkjuleiðsluna um tað.
DR sigur, at vinna andstøðuflokkarnir næsta fólkatingsvalið, fáa tey samkyndu væntandi rætt til at verða vígd innan kirkjugátt.