Kirkjan setur seg ímóti Dan Brown filmi

Kirkjan í Rom hevur roynt at forða nýggja ?Angels and Demons?-filminum í at verða upptikin. Kirkjan setur seg ímóti Dan Brown filmi

 

Kirkjan í Rom hevur roynt at forða nýggja ?Angels and Demons?-filminum í at verða upptikin.

 

Tom Howard, sum er leikstjórin í filminum, ið er bygdur á bókina hjá Dan Brown um Robert Langdon, hevur søkt um loyvi til at taka nakrar senur upp í kirkjunum Santa Maria del Popolo og Santa Maria della Vittoria í hjartanum av Rom. Vatikanið er tó sterkt ímóti plottinum í filminum og tí hava tey noktað Howard hesum loyvi.

 

- Tað er ein filmur, sum viðger religiøs evni á ein hátt, sum gongur ímóti religiøsu hugsunarháttum, sigur umboð fyri hetta øki, kardinal Marco Fibbi, frá. ? Vit vilja ikki hjálpa við at gera nakað, sum gongur ímóti okkaru trúgv.

 

Í ?Angels and Demons?-bókini finst Dan Brown stórliga at fleiri religiøsum evnum. Hann skrivar m.a. at Jesus og Maria Magdalena áttu eitt barn saman, umframt at hann teknar eina neiliga mynd av katólsku sektini Opus Dei í bókini.

 

Hóast Howard hevur fingið nei til at taka senurnar upp inni í kirkjunum, ætlar hann sær álíkavæl at filma kirkjurnar uttanífrá.

 

Tá ið ?The Da Vinci Code? varð upptikin, noyddist Howard at filma í katedralinum í Lincoln ístaðin fyri Westminster Abbey, tí kirkjan noktaði filmholdinum atgongd.