Kirkjan og tey sjálvbodnu

Uni Næs, biskupsvalevni

 

Vit hava lyndi til at hugsa, at Fólkakirkjan í Føroyum einans er prestarnir, men meginparturin av kirkjuliga arbeiðinum í Føroyum verður gjørdur av sjálvbodnum. Her hugsi eg um kirkjutænarar, kirkjuráðslimir og kirkjuligu felagsskapirnar.

 

Kirkjan eigur at varða sera væl um hesi sjálvbodnu, sum hvørja viku gera eitt ómetaliga stórt kirkjuligt arbeiði. Uttan hesi hevði kirkjan verið fátæk.

 

Eg vil arbeiða fyri, at vit framhaldandi hava nógv sjálvboðin í kirkjuliga arbeiðinum. Vit skulu ikki einans hava lønt fólk at gera tænastu, men framhaldandi kalla fólk at gera óløntar tænastur. Á størru plássunum eru kirkjuligu handlingarnar tó so mikið mangar, at har eiga kirkjutænarar at fáa samsýning fyri sítt arbeiði í kirkjuni. Veri eg valdur biskupur, vil eg ganga á odda fyri at stuðla kirkjutænarum og kirkjuráðslimum í tænastuni, og vera teirra viðspælari. Skipað útbúgving/eftirútbúgving eigur at vera skipað til ymisku tænasturnar.

 

Eg vil eisini arbeiða fyri at styrkja samstarvið við kirkjuligu felagsskapirnar. Heimamissiónin, Kirkjuliga Missiónsfelagið, KFUM, KFUK, Skótarnir og Blái Krossur gera á hvør sín hátt eitt sera gott, fjølbroytt og týðandi arbeiði í kirkjuni, serliga millum børn og ung. Hesir felagsskapir eiga mína stóru virðing. Eitt skipa samstarvsráð fyri leiðsluna í kirkjuni og leiðslurnar í kirkjuligu felagsskapunum eigur at vera sett á stovn.