Thorbjörn Brochs
Tá ið tosað verður um rættindi teirra samkyndu, verður ofta tosað, sum um tvey ting eru tað sama. Tað, at samkynd eiga at kunna arva, hvör annan, verður vavt saman við, at tey somuleiðis áttu at havt öll hjúnabandsrættindi. Og hetta er endamálið, tí so kunnu tey krevja prestastörv, ættleiðing og alt tey fáa hug at nýta til at undirgrava kirkjuna. Nú skal eg vera skjótur at gera vart við, at samkynd eru sum onnur fólk. Nökur eru hampafólk og onnur eru úti eftir at gera evangeliunum ónáðir. Tí er spurningurin her ikki um at vera samkyndur ella ikki, men at vera móti kirkjuni ella ikki. Talsmaður teirra samkyndu í Föroyum segði, at tey - beint nú - ikki hövdu ætlanir um at koma inn í kirkjuna. Tað hevði ikki verið skilagott at sagt tað meira opið, men vit vita væl, bæði av tí, sum sagt og skrivað er her heima, og av gongdini aðrastaðni, at sterkar kreftir royna at nýta tey samkyndu sum eitt vápn til at oyðileggja Fólkakirkjuna innanífrá.
Og hvussu kann eg siga tað so avgjört? Tí eingin hevur kravt, at Katólska kirkjan, Hvítusunnusamkoman, Bröðrasamkoman, Adventistasamkoman ella nökur onnur samkoma, skal góðtaka samkynt samlív sum verandi Guds vilji. Tað er eisini Fólkakirkjan, sum verður álopin av persónum, ið vilja nýta jödiskar lógir til at siga , hvat kvinnur sleppa, og hvat tær ikki sleppa. Hví haldi eg, at tað verður mett at vera so umráðandi at særa júst Fólkakirkjuna. Svarið er heilt einfalt: Fólkakirkjan er tann týdningarmesti stóvnurin, tá ið talan er um at bera Reformatiónina víðari. Hinar samkomurnar koma í aðru röð. Hövdu ikki Martin Luther og hinir reformatorarnir sett lívið í vága - teir flestu vórðu dripnir - so var einki trúarfrælsi til. Men Gud gav vökst, og frelsa av náði varð kunngjört fyri tey nógvu. So sjálvandi er Sátan úti eftir at oyðileggja Kirkjuna so nógv, at tey ið hoyra Jesusi til, ikki hava annað at gera, enn at fara út úr henni, ella at sovna burtur í mótloysi ella líkasælu.
Vit, sum hoyra til aðrar samkomur, vilja oftast ikki, at okkara börn læra katekismuna, men spurningurin er, um vit ikki í minsta lagi skuldi havt so frætt av kristni í skúlanum, at öll börn sluppu at læra, hvat Reformatiónin gekk út uppá. Sum er, vita börn og ung í Föroyum ov lítið um tað evangeliska trúarstríðið.
Væl veit eg, at tað er kirkjufólkið, ið eigur Kirkjuna, men eg havi ikki loyvi til at tiga, tá ið eg síggi, at drápsmenn nærkast, ella sum Arnulf Överland segði: "Du må ikke tåle så inderlig vel den urett som ikke rammer deg selv." Og vit skulu ikki ugga okkum við, at tann órættin ikki eisini fer at raka okkum, um vit tiga nú.










