Kirkjan og Ljómur 60 ár

Í gjár, 19. februar, fyltu Vágs Kirkja og Krikjukórið Ljómur seksti ár. Hesi hava saman ment bæði tónleika- og trúðarlívið í Vági øll hesi seksti árini

John Johannessen


Føstulávints sunnudag 1939 varð gingin skrúðgonga úr gomlu kirkjuni á Kirkjukletti út til nýggju kirkjuna omanfyri vegin á Tjørn. Hetta var ein sannur hátíðardagur, hóast tað var við blandaðum kenslum, at gingið varð út úr gomlu kirkjuni á Kirkjukletti.

Fyri fyrstu ferð í 400 ár var danskur biskoppur komin til Føroya at víga eina kirkju. Maðurin, ið talan var um, var biskoppurin í Keypmannahavn, Fuglsang-Damgaard.

Nógv fólk var komið til Vágs at taka lut í hesum hátíðardegnum, nú tann nýggja stásiliga kirkjan skuldi takast í nýtslu. Millum gestirnar vóru vágbingurin Jákup Dahl, próvstur, 6 prestar, amtmaðurin, formansskapurin í Løgtinginum og fleiri onnur. Hesi vóru øll komin suður við Tjaldrinum. Harumframt var ein rúgva av fólki komin til Vágs úr hinum bygdunum í Suðuroynni at luttaka í hátíðarhaldinum.


Farið verður

úr gomlu kirkjuni

Sjálvt hátíðarhaldið byrjaði við, at fólk savnaðust í gomlu kirkjuni at siga hesum húsi, ið tey høvdu mong minnir úr, farvæl. Fyrst varð sungið ?Lover Herren, han er nær? og síðani røddi Jákup Dahl, próvstur. Hann røddi út frá Sálma 90,1 ?Harri, tú okkum skjól hevur verið ætt eftir ætt?. Jákup Dahl minti á, at fyri 200 árum síðani hevði staðið ein kirkja á hesum sama staði. Hendan kirkjan hevði verið takt við hálmi og grastorvi, og hevði hon 8 beinkir á aðraru síðuni og 7 á hinari. Hendan kirkjan var vorðin ov lítil, og tí varð kirkjan, tey nú vóru í, bygd. Eisini hendan var nú vorðin ov lítil, og nú var so aftur ein nýggj kirkja bygd í Vági.

Eftir prædikuna reistist fólkið og sang sálmin ?Guds ord det er vort arvegods?. Tá sálmurin var at enda komin, gav próvsturin prestunum, ið vóru við, lutirnar av altarinum at bera út teirri nýggju kirkjuna.

Gingið varð út gjøgnum bygdina, við danska biskoppinum fremst í røðini, meðan sálmurin ?Kirken den er et gammelt hus? varð sungin.

Ein, ið var við til hátíðarhaldið, hevur skrivað grein í Tingakrossi um stóra hátíðarhaldið hendan dagin. Hesin nevnir seg ?deltager?. Hann skrivar um stóru skrúðgonguna millum onnur hesi orð: ?Det er ikke saa ofte, at der fra Kirkens Side bliver gjort noget for at henlede Opmærksomheden paa sig, men engang imellem kan det være godt at mærke, at vi er en stor Flok, der, trods alle Forskelligheder i det daglige, er fælles om dette, at vi vil elske, ære og være tro imod Fædrenes Kirke.


Vígslan

Eftir at Waagstein hevði spælt præludium, bað Jákup Dahl, próvstur, inngangsbøn. Eftir hetta trein biskuppurin fram fyri altarið í gyltu bispakápu síni. Hann talaði út frá Sálma 121, ið sigur: ?Eg eygu míni hevji til fjallana upp, hvaðani kemur mín hjálp??

Biskuppurin segði millum annað um kirkjuna: ?I dag strømmer igen festklædte Skarer til Guds Hus og glæder sig over dets skønhed. Hvor ligger den nye Kirke smukt, naar vi første gang ser den fra Havet. Hvor betragtende virker det festlige Kirkerum, naar man første gang betræder det. Der er grund til at takke Gud. Det er en Festdag, ikke blot for denne Menighed, men hele Menigheden her oppe, og det er med Glæde, jeg bringer hilsen fra Menighederne rundt omkring i Danmark, som er med os i Dag med Tak og Forbøn. I Tusind Aar stod Kristi Kirke iblandt eder og har dybe rødder i Eders Hjerter. Hvor er det Folk paa Jorden paa størrelse med Eders, der har bygget saa mange Kirker? Det er Vidnesbyrd om Kærlighed til Fædrenes Kirke. Denne skønne Kirke vidner om det samme. Af denne Kærlighed voksede Offerviljen frem, der har samlet Hjerterne om denne skønne opgave at bygge en Kirke til Guds Ære.


Ljómur

Um hetta sama mundið høvdu fólk í Vági tikið stig til at stovna kirkjukór. Hetta kórið fekk navnið Ljómur, og sang tað fyrstu ferð tá kirkjan varð vígd. Tað var Edith Dahl, ið stóð á odda fyri stovnanini av Ljómi, og stjórnaði hon kórinum til hon doyði 9. januar 1960.

Ljómur hevur øll 60 árini havt ómetaligan týdning fyri guðstænastuna í Vágs Kirkju, og hava kórlimirnir somuleiðis hjálpt væl til í sálmasanginum í kirkjuni.