28. mai eru 75 ár liðin, síðan kirkjan á Kirkju varð vígd. Dagurin verður hildin sunnudagin 1. juni Á middegi verður hátíðargudstænasta, har biskupur prædikar. Seinnapartin kl. 17 verður gudstænasta við altargangi og tá prædikar dómpróstur.
Eftir gudstænastuna á middegi bjóðar kirkjuráðið máltíð í lærarahúsunum, har øll eru vælkomin. Heldur sama veðrið sær, vera góðir møguleikar hjá fólki at sleppa út til Fugloyar henda dagin. Og kirkjufólkið á Kirkju bjóðar gestum hjartaliga vælkomnum at vera við at hátíðarhalda henda merkisdag.









