Kirkjan er Guds hús - ikki prestsins

Tað eru so ymiskir hættir tú kanst nýta, til tess at gera vart við tíni sjónarmið. Hevur tú so eitt víðgongt sjónarmið - og tú veitst, at meginparturin av fólkinum er ímóti tær - samstundis sum tín egni lítli víðgondi skari er við tær, ja so kanst tú verða vísur í, at tú sum persónur fært umrøðu.

Fuglafjarðar prestur er eitt dømi um ein slíkan persón - ein persón, sum stríðist ímóti tí, ið vanlig menniskju skilja sum vanligt fornuft, og sum stríðist ímóti sínum yvirmanni, Føroya biskuppi


Seinasta sunnudag prædikaði havnarpresturin Sonja Klein í Fuglafjarða kirkju. Sum vant var prestur ímóti at lata konu prædika í kirkjuni, og hann royndi at seta henni stólin fyri hurðina. Tað sama gjørdi hann, tá Marit Kjærbo, sum er prestur í Jútlandi og er barnvaksin í Fuglafirði, fyri nøkrum árum síðani varð biðin um at prædika fyri bygdarfólki sínum.


Men Hans Jacob Joensen, bispur tók prest av ræði, og soleiðis slapp Sonja Klein kortini at tala í Fuglafjarðar kirkju sunnudagin. Men Fuglafjarðar prestur góðtekur ikki, at bispur setir hann upp á pláss, og tí fór hann í bløðini við sínum sjónarmiðum.


Fyri kirkjufólkið er tað sera harmiligt og ørkymlandi at síggja prestar keglast í fjølmiðlunum, men bispur skal eiga tøkk fyri, at hann í gjár vísti aftur, at prestur við lógini í hondini kann nokta kvinnuligum starvsfelaga at prædika.


Fyri føroyingin er tað eisini púra greitt, at kirkjan er Guds hús - tað er ikki gamalt í Føroyum, at prestur »eigur« kirkjuna.


Í hesum tíðum, tá vit politiskt og í aðrar mátar royna at javnseta kvinnu og mann, er tað sera hugstoytt, at ein prestur skal taka eina heila meinigheit sum gísla - tí at hann hevur so víðgongd privat sjónarmið - sum samfelagið annars ikki góðtekur.


Prestur hevur ikki til uppgávu at seta kílar í føroyska samfelgið. Hansara uppgáva er ikki at stríðast fyri ella ímóti javnstøðu millum kvinnu og mann. Hansara uppgáva er at boða evangeliið, og tað ger hann best við at skipa kirkjuliga arbeiða so væl, at fólk tíma at koma í kirkju.


Við at styggja fólkið frá kirkjuni mótarbeiðir hann sínum kalli.