-Í hesi løtu verður eitt sár í sjálvum hjartanum á Evropa grøtt, segði leiðarin í týska statinum Sachsen, Georg Milbradt, tá spírurin á Frauenkirche í býnum Dresden varð settur upp á pláss týsdagin.
Frá 13. til 15. februar í 1945 bumbaðu amerikonsk og bretsk Dresden. Ein stórur partur av býnum varð javnaður við jørðina. Eldur kom í Frauenkirche, og nakrar dagar seinni rapaði hon í grund. Nú er hon bygd uppaftur, og millum annað eru 3.634 steinar úr teirri upprunaligu kirkjuni brúktir aftur í teirri nýggju.
Tann meiri enn fimm metrar høgi spírurin er gjørdur eftir tí upprunaliga. Tað er ein onglendingur, sum hevur gjørt hann. Pápi hansara var ein av flogskiparunum, sum bumbaði Dresden fyri 59 árum síðani. Arbeiðið er fíggjað í Onglandi, millum annað av fólki í býnum Coventry, sum týskarar bumbaðu í sor undir seinna heimsbardaga.
Ætlanin er eisini, at Frauenkirche skal vera eitt tekin um frið.
-Í dag sendir Dresden øllum heiminum ein boðskap. Tann endurreista kirkjan skal vera eitt altjóða tekin um frið og semju, var boðskapurin hjá Georg Milbradt.









