Eg haldi ikki, at kirkjan skal byggjast við Sandá, og eri eg sera harmur um, at hetta málið er komið so langt, sum tað er.
Eg kenni fleiri fólk, sum dagliga ganga túr fram við Sandá og njóta tað sera vakra umhvørvið, har er, um áin stillisliga tuttlar framvið, ella dagar har hon fer øsandi og larmandi á veg út á streymasjógv.
Hetta økið er tað so nógv argjafolk, sum eru góð við, tí tað er frítt og vakurt, mitt millum hús, og vilja vit tí sjálvandi ynskja tað varðveitt, júst sum tað er.
Um kirkja í heila tikið skal byggjast á Argjum, havi eg ikki tikið støðu til enn, men um so er, haldi eg hon hevði ligið vakurt og komið til sín rætt t.d. uppi á Hamrinum.
Eg vil hervið ráða øllum øllum býráðslimum til at stemma nei til at byggja kirkju á fríøkinum við Sandá.










